Allahalganna sunnudagur – guðstænasta kl. 14.00

Sunnudagin 2. novembur er Allahalganna sunnudagur og føroysk guðstænasta er í Hans Egede kirkju kl. 14.00.

Føroyskar guðstænastur eru hvønn fyrsta og hvønn síðsta sunnudag í mánaðinum.

Aftaná er kaffe/te og hugnaligt prát.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

– – –

Allahalgannadagur hevur langar røtur í kirkjusøguni. Eftir reformatiónina broyttist innihaldið. Tað var nú ikki longur serstøk halgimenni, ið vóru mint, men øll kristin, sum á mangan hátt høvdu borið trúnna víðari ætt eftir ætt.

Nógva staðni verða nøvn á teimum í farin eru, lisin upp í kirkjuni henda dagin. Í Sankta Ólavs kirkjuliði hava vit tann sið, at vit minnast tey farnu síðsta sunnudag vit halda gudstænastu í kirkjuárinum, Í ár er tað 16. novembur.

Bjørk S. Lamhauge luttekur við violinspæli og sangi og høvi verður at tendra ljós við dópifuntin.

Mynd av Bjørk S. Lamhauge.

Hans Egede kirkja liggur á Vardegade 14, 2100 København Ø. Nærhendis liggja S-tokstøðin og Metrostøðin Nordhavn. Bussarnir 23 og 14 steðga eisini nærhendis.