100 ára hátíðarguðstænasta í Keypmannahavn

Leygardagin 28. november kl.14.00 verður søgulig hátíðargudstænasta í Eliaskirkjuni á Vesturbrúgv. Gudstænastan verður ein staðfesting av og fagnaður um, at 100 ár eru liðin, síðani føroyingar í Keypmannahavn stovnaðu tað føroyska kirkjuliðið, Sankta Ólavs kirkjulið, ið er tann elsti, føroyski, felagskapurin í Danmark, sum er við sítt fríska lív.

Undir gudstænastuni syngur Mpiri kórið sum preludium: “Harra Guð týtt dýra navn og æra” saman við handklokkuspæli. Jógvan Fríðriksson, Føroya biskupur, hevur altartænastuna og Peter Skov-Jakobsen, Keypmannahavnar biskupur, prædikar. Eftir prædikuna frumframførir Mpiri eitt verk hjá Sunnleivi Rasmussen saman við solisti og urgupæli. Hetta verkið er gjørt til henda hátíðardagin. Sum postludium syngur Mpiri “Fedranna kirkja” hjá Gudmundi Bruun við urguspæli.

Eftir gudstænastuna, kl. 15.30, býður nevndin øllum í Føroyahúsið til móttøku við leskiligum ábiti og øðrum. Høvi verður hjá fólki at siga nøkur orð og heilsa føðingardagsbarninum. Nevndin hevur latið eitt minnisrit gera í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið. Minnisritið, sum er 160 síður, og bæði á føroyskum og donskum máli, verður henda dagin latið øllum í Føroyahúsinum ókeypis.

Hátíðarhaldið er viðvíkjandi føroyska málinum søgulig hending, sum tað festir, at nú eru 100 ár liðin, síðani danski presturin og føroyavinurin, Gudmund Bruun, kom einaferð um mánaðin av Fyn til Keypmannahavnar at hava gudstænastu á føroyskum. Ikki fyrr enn 24 ár eftir tað, í 1939, fekk føroyska málið við kongligari fyriskipan sømdir innan kirkjugátt í Føroyum.

Nevndin, sum virkar sum eitt kirkjuráð, vónar, at nógv fólk fer at koma saman til hetta søguliga hátíðarhaldið við hámessu og móttøku. Nógv verður gjørt burturúr fyri at skapa hátíðardám, biskupar og prestar luttaka, umboð fyri øll føroysk feløg í Danmark eru boðin við og samskift verður í løtuni við Kringvarp Føroya um at fáa guðstænastuna tikna upp til antin føroyska sjónvarpið ella útvarpið. Nevndin hevur eisini ta vón, at fólk, sum eiga føroysk klæðir, koma í teimum til hátíðarhaldið.

Hátíðargudstænastan verður sum nevnt í Eliaskirkjuni og ikki í Hans Egede kirkju, har kirkjuliðið annars eigur innivist. Hans Egede kirkja verður mett at vera ov lítil til hámessuna. Eliaskirkjan er størri og haðani eru bert einir 5 minuttir at ganga til Føroyahúsið á Vesterbrogade 17A.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hátíðarhaldið, og øllum stendur í boði at bera øðrum hesi tíðindini og bjóða øðrum við.

Nevndin fyri Sankta Ólavs kirkjulið